Nornagest Ríma


Eit er frøðið um Nornagest,
-tú tarvst onki ráð geva í vanda-
Tílíkum góðum gekk han næst,
-hvør ein sveinur geri so-
Oksar tólv vóru leiddir á torg
Og so fram á fríðu borg
-Hvíta tjald nívir niður frammi
Enn gellir lúður í stavni,
Kallur kom heim við ungum syni,
Kelling situr so hákonu blíð,
Hvíta tjald nívur niður frammi-

Kongur ætlar at høgga teir,
-tú tarvst onki ráð geva í vanda-
Tílíkum góðum gekk tað við gleim
-hvør ein sveinur geri so-
Kongurin hjó so mikið høgg,
At blóðið dreiv við benjar døgg
-Hvíta tjald nívir niður frammi
Enn gellir lúður í stavni,
Kallur kom heim við ungum syni,
Kelling situr so hákonu blíð,
Hvíta tjald nívur niður frammi-

Allir duttu teir deyðir niður,
-tú tarvst onki ráð geva í vanda-
Øxin stóð í stokki við
-hvør ein sveinur geri so-
Allir lovaðu hilmarhøgg,
Blóðið dreiv um benjardøgg
-Hvíta tjald nívir niður frammi
Enn gellir lúður í stavni,
Kallur kom heim við ungum syni,
Kelling situr so hákonu blíð,
Hvíta tjald nívur niður frammi-

Har kom kall við høkjur tvær,
-tú tarvst onki ráð geva í vanda-
Studdist so fast á báðar tær
-hvør ein sveinur geri so-
Kongurin kvøður kalli blíttt:
”Hví lovar tú ikki høggið mítt”
-Hvíta tjald nívir niður frammi
Enn gellir lúður í stavni,
Kallur kom heim við ungum syni,
Kelling situr so hákonu blíð,
Hvíta tjald nívur niður frammi-

Yvrið harra var høggið títt,
-tú tarvst onki ráð geva í vanda-
í forðum sá eg vænari slíkt
-hvør ein sveinur geri so-
Tá skalv bæði leyv og lund,
Sjurður høgg ormin í miðju sundur”
-Hvíta tjald nívir niður frammi
Enn gellir lúður í stavni,
Kallur kom heim við ungum syni,
Kelling situr so hákonu blíð,
Hvíta tjald nívur niður frammi-

”Kanst tú siga frá Sjurð svein,
-tú tarvst onki ráð geva í vanda-
Hann var frægur av fornum ein”
-hvør ein sveinur geri so-
”Tað kann eg siga Sjurði frá,
Tílikan eingin við eygum sá
-Hvíta tjald nívir niður frammi
Enn gellir lúður í stavni,
Kallur kom heim við ungum syni,
Kelling situr so hákonu blíð,
Hvíta tjald nívur niður frammi-

Høgni var ein heiðursmann,
-tú tarvst onki ráð geva í vanda-
Ljotan av lit so kendi eg hann
-hvør ein sveinur geri so-
Gunnar var so reystur og ríkur,
Fróður og blíður og Gunhild líkur
-Hvíta tjald nívir niður frammi
Enn gellir lúður í stavni,
Kallur kom heim við ungum syni,
Kelling situr so hákonu blíð,
Hvíta tjald nívur niður frammi-

Fróður og blíður og Gunhild líkur,
-tú tarvst onki ráð geva í vanda-
Seint man føðast annar slíkur
-hvør ein sveinur geri so-
Faðir mín átti fríðdligt bú
Fjól tað mikið um manga kú
-Hvíta tjald nívir niður frammi
Enn gellir lúður í stavni,
Kallur kom heim við ungum syni,
Kelling situr so hákonu blíð,
Hvíta tjald nívur niður frammi-

Eg sat á skógvi og goymdi hest,
-tú tarvst onki ráð geva í vanda-
Helst tá ið veðurið var best
-hvør ein sveinur geri so-
Riðu teir um dikið heim,
Gunnar og Høgni og Sjúrður svein
-Hvíta tjald nívir niður frammi
Enn gellir lúður í stavni,
Kallur kom heim við ungum syni,
Kelling situr so hákonu blíð,
Hvíta tjald nívur niður frammi-

Ríðu teir um díkið tá,
-tú tarvst onki ráð geva í vanda-
Eg var sevin og sá hará
-hvør ein sveinur geri so-
Gunnars hestur sprakk um fyrst,
Gunnar kandi væl tann dyst
-Hvíta tjald nívir niður frammi
Enn gellir lúður í stavni,
Kallur kom heim við ungum syni,
Kelling situr so hákonu blíð,
Hvíta tjald nívur niður frammi-

Høgna hestur sprakk um tá,
-tú tarvst onki ráð geva í vanda-
Grani fastur í feni lá
-hvør ein sveinur geri so-
Sjúrðar hestur sprakk um síðst,
Tá gav Guð mær goðan list
-Hvíta tjald nívir niður frammi
Enn gellir lúður í stavni,
Kallur kom heim við ungum syni,
Kelling situr so hákonu blíð,
Hvíta tjald nívur niður frammi-

Grani fell í fenið fast,
-tú tarvst onki ráð geva í vanda-
Galtagjørðin sundur brast
-hvør ein sveinur geri so-
Allir stigu úr søðlum teir,
Gunnar, Høgni og Sjúrður svein
-Hvíta tjald nívir niður frammi
Enn gellir lúður í stavni,
Kallur kom heim við ungum syni,
Kelling situr so hákonu blíð,
Hvíta tjald nívur niður frammi-
Allir tuga á dýran hest,
-tú tarvst onki ráð geva í vanda-
Sjúrður tugar á teymar mest
-hvør ein sveinur geri so-
Ofta havi eg um díkið trott
Bæði dag og døkka nátt
-Hvíta tjald nívir niður frammi
Enn gellir lúður í stavni,
Kallur kom heim við ungum syni,
Kelling situr so hákonu blíð,
Hvíta tjald nívur niður frammi-

Gestur, ger mær viljan ein
-tú tarvst onki ráð geva í vanda-
Tváa mín góða gangara rein'
-hvør ein sveinur geri so-
Sylgjan, íð sundur brast fyri mær,
Hana, Gestur, gevi eg tær
-Hvíta tjald nívir niður frammi
Enn gellir lúður í stavni,
Kallur kom heim við ungum syni,
Kelling situr so hákonu blíð,
Hvíta tjald nívur niður frammi-

Riðu so fram at eina á,
-tú tarvst onki ráð geva í vanda-
Eingin kundi til manna sjá
-hvør ein sveinur geri so-
Eg tváaði hans bróst og bringa rein',
Hans lær og legg og langa bein
-Hvíta tjald nívir niður frammi
Enn gellir lúður í stavni,
Kallur kom heim við ungum syni,
Kelling situr so hákonu blíð,
Hvíta tjald nívur niður frammi-

Góðan gangara gjørdi eg rein',
-tú tarvst onki ráð geva í vanda-
Síðan hevði meg Sjurður til svein
-hvør ein sveinur geri so-
Vær ríðum so fram á Fávnis ból,
Har skein gull sum geisar av sól
-Hvíta tjald nívir niður frammi
Enn gellir lúður í stavni,
Kallur kom heim við ungum syni,
Kelling situr so hákonu blíð,
Hvíta tjald nívur niður frammi-

Eg tók eitt hár av sama hesti,
-tú tarvst onki ráð geva í vanda-
Tað var sítt og vaxið mest
-hvør ein sveinur geri so-
Tað var favn og feti sítt
Glógvaði rætt sum silvur hvítt
-Hvíta tjald nívir niður frammi
Enn gellir lúður í stavni,
Kallur kom heim við ungum syni,
Kelling situr so hákonu blíð,
Hvíta tjald nívur niður frammi-

Eg havi í forðum farið vítt,
-tú tarvst onki ráð geva í vanda-
Ei funnið ljós og lívið mítt”
-hvør ein sveinur geri so-
Kongur gav honum skaft og skeið,
Og sjálvur segði han kalli leið
-Hvíta tjald nívir niður frammi
Enn gellir lúður í stavni,
Kallur kom heim við ungum syni,
Kelling situr so hákonu blíð,
Hvíta tjald nívur niður frammi-

”Í Fraklandi er vatnið vítt,
-tú tarvst onki ráð geva í vanda-
Har er ljós og lívið títt”
-hvør ein sveinur geri so-
Leingi kavaði kurtis mann,
áður hann beint á blýggið fann
-Hvíta tjald nívir niður frammi
Enn gellir lúður í stavni,
Kallur kom heim við ungum syni,
Kelling situr so hákonu blíð,
Hvíta tjald nívur niður frammi-

Kørnar prestur skírði hann,
-tú tarvst onki ráð geva í vanda-
Tá leið lív sum ljósið brann
-hvør ein sveinur geri so-
Tá ið ljós í lyktu var brent,
Tá var lív og levnað ent
-Hvíta tjald nívir niður frammi
Enn gellir lúður í stavni,
Kallur kom heim við ungum syni,
Kelling situr so hákonu blíð,
Hvíta tjald nívur niður frammi-







Captcha